|
Á Hotel Eiði gera vit okkara til, at gestirnir kenna seg væl. Her er hugnaligt, friðarligt og heimligt. Góður matur fæst úr køkinum, sum einans nýtir fyrsta floks vøru, og har reinførið er í hásæti. Í einum horni í matstovuni er ymiskt til børnini at spæla við. Hotellið er roykfrítt. Av Hotel Eiði er sera vakurt útsýni Her sært tú sjógv, dalar og fjøll, t.d. hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratind. Hjartaliga vælkomin!
| |