Fundarhøli



Í fundarhølinum er pláss fyri uml. 40 fólkum. Hølið er ljóst og hevur sera gott útsýni yvir bygdina, fjøll og sjógv.

Møguleiki er at fara úr hølinum út á altanina at njóta útsýnið. Í hølinum er m.a. videokanón, stórskýggi, white-board, uppvørpa og flip-over.

Møguleiki er at fáa mat- og drekkivørur í fundarhølinum eftir ynski.

Møguleiki er at leiga hølið til smærri tiltøk og veitslur.

Fundarhølið er roykfrítt

Hotel Eiði | FO-470 Eiði | Telefon 42 34 56 | hoteleidi(at)email.fo